Býtt uppliving í Føroyum

Tað sigur liðskiparin hjá danska U21 landsliðnum, Mads Albæk, við bold.dk eftir javnleikin móti føroyska U21 landsliðnum.

 

Heimasíðan skrivar, at sum væntað legði Simon Makienok Danmark á odda 1-0, men kortini eydnaðist tað ikki danska liðnum at fáa øll trý stigini við sær aftur til Danmarkar.

 

- Sum roknast kundi við, høvdu vit tamarhald á dystinum. Vit skapa eisini møguleikarnar, og tí er tað eitt stót vónbrot, at vit ikki vinna. Vit undirmeta teir á ongan hátt, og tað vísa 100% møguleikarnir, ið vit skapa, eisini. Men tað gjørdist tíverri til eina vánaliga uppliving, sigur Mads Albæk.

 

Alt er ikki tapt hjá Danmark enn. Teir hava tveir dystir eftir á heimavølli, annar móti Serbia, sum í løtuni liggur á odda í bólkinum, og hin móti Norðurírlandi.

 

- Vit skulu »bara« vinna næsta dyst móti Serbia, so eru vit á odda í bólkinum. Alt er greiðari nú, tí nú ber ikki til at hugsa um javnleik og eitt stig, nú skal dysturin vinnast, sigur Mads Albæk við bold.dk.