Bøtt ferðslutrygd við skúla

Ferðslutrygdin við Hoyvíkar skúla er bøtt munandi, nú nýggja parkeringsplássið við skúlan og Hoyvíkshøllina er tikið í brúk.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Nú er ikki neyðugt at seta fólk av í nógvu ferðsluni á Vegnum Langa, tí til ber at koyra heilt inn til skúlan at seta av og taka fólk upp í bilarnar. Fólk, sum koyra børn í Hoyvíkar skúla, eiga nú at koyra av Vegnum Langa niðan móti Hoyvíkshøllini og runt aftur oman við skúlanum, tá tey seta børnini av ella koma aftur eftir teimum eftir lokna skúlatíð. Tað er munin tryggari, enn higartil hevur verið, tá øll er farin av ella í bilarnar úti á Vegnum Langa.