Býtt ella býttari Ulladukka

Eg havi gjørt nógv býtt. Alvorliga nógv býtt. Sumt av tí hevur lært meg ikki at gera sama, býtta feil aftur. Men onnur ting endurtaka seg.

So sum at gloyma at avlevera bøkur á bókasavninum. Tað er dýrt at læna bøkur á bókasavninum. Helt tad skuldi vera eitt gratis fornoyilsi, men tad er tad ikki fyri sovorðni sum meg.
Spennandi at vita, um eg klári at fylla eina heila síðu við býttum tingum, eg havi gjørt, men eg fari at royna. Eri bangin fyri, nú eg hugsi nærri um tað, at tad hevði verið lætt nokk at fylt ein heilan A4-blokk.

Einaferð í nítjanhundrað og grønt kál gekk eg ein túr vid soninum, hann sitandi í barnavogni. Århus ein summardag. Sólin skein, og tad var veður til ein deiligan softeis. Keypti ein við vaniljusmakki og fekk mær tað mesta av ísinum sjálv. Gav so soninum vaffluna við einum sindri av ísi í. Hann svansaði allan munnin út beinanvegin og eg turkaði sum vera man. Hevði ikki so nógvar serviettar, og vildi sleppa mær av við nakrar av teimum, sum vóru skitnast. Eg hevdi betalt ísin vid einum hundraðkrónuseðli og hevdi einar 80 kr. í hondini - somu hond sum serviettarnir vóru í. Blakaði sum eitt býtt serviettar OG pengar nidur í eina av hinum grønu skrellispannunum, tit vita, við einum holi í. Hrmm. Eg veit ikki, hví eg gjørdi tað, men tað var sum um hondin gloymdi pengarnar. Ikki, at man skal geva øðrum skyldina fyri sínar feilir, men.......tað var hondin. ;)

Skrellispannin var full, men eg mátti hava hasar 80 krónurnar. So armin niður í at fiska pengarnar upp. Teir fóru sjálvandi trillandi allan vegin niður á botn. Mátti hava ALLAN armin niður í. Guvide, hvussu eg síggi út og hvat fólk hugsa, hugsaði eg. Og sjálvandi kom ein fín dama gangandi. »Ein mamma sum hevur allan armin í einari skrellispann – leitar hon eftir matrestum, stakkalin – og sonurin, sitandi í einum barnavogni og vid munninum smurdum inn í softeis. Kundi hon um ikki annað givið barninum okkurt annað enn ís – tá hon óivað er so illa fyri, at hon noyðist at leita eftir tómum fløskum ella restum frá pylsuvogninum?« Hetta hugsaði eg, at fína frúan nokk hugsaði. Og tí hugdi eg uppá hana tá hon passeraði, havandi allan armin djúpt niðri í skrellispannini, og segði hesi klóku orð: »Jeg roder ikke i skraldespande.«. Eg hopi, eg lærdi okkurt av hasum. At tiga t.d.

Led Zeppelin er einastandandi góður tónleikur. Tað havi eg altíð hildið. Men aldrin átt eina plátu sjálv. Ella fløgu sum tað eitur. Alexandur, sonurin, var farin at lurta eftir honum, Led. Eg spurdi hann ein dagin, »tú hasin Led, ha?« Hann sá út sum eitt spurnartekin. »Led?« Eg: »Ja, Led Zeppelin!« Alexandur mundi skrædn¬að, sum han flenti. Led Zeppelin er bara navnið á bólkinum, og ikki sum eg helt, navnið á forsangaranum. At hugsa sær at man hevur gingið í so nógv ár uttan at vita tað.

Alexandur spurdi ein dagin, medan vit koyrdu bil; mamma, hvør var hasin Poul Harbour? Tá mátti eg koyra inn til síðuna sum eg flenti. Tey høvdu havt um Pearl Harbour í skúlanum. Ikki kann sigast at hann hevur lurtað væl eftir tá hann ikki visti at tad var ikki um ein mann sum æt Poul.

Higartil gongur tað nokkso gott við at skriva um býtt ting.

Ein dagin, tá eg akkurát hevði keypt ein gamlan gass-ovn, setti eg eina grýtu útá. Løtu seinni helt eg hon var komin uppá kók, og setti oyrað til grýtuna. Hugsaði ikki um livandi flammuna, so eldur kom í hárið. Ja, hatta gjørdi eg í hvussu er bara eina ferð. Næstu ferð, eg brendi hárið, skuldi tad so ikki vera tí eg gjørdi sama feil aftur. So eg lenaði meg niður móti manninum hjá mær í gjár, tí eg vildi mussa hann. Eldur kom í hárið, tí eg ikki varnaðist stearinljósið, sum stód á borðinum. So næstu ferð, eg skal brenna hárið verdur uppá ein 3. máta. Tað mundi endað galið í gjár. Hopi, tad bara eru eygnabrýrnar næstu ferð umishannað. Apropos eygnabrýr. Har er eisini ein býtt søga. Hevdi keypt mær eygnabrýr-og vippu-liting fyri fyrstu ferð. Nú vildi eg eisini royna at hava sovorðnar flottar og vældefineraðar eygnabrýr sum allar hinar konurnar. At lesa eina leiðbeining til at lita eygnabrýr kundi eg ikki funnið uppá. Hvussu ringt kann tad vera, man smyr tað væl á og letur tað sita í ......hyggja í leiðbeining.....15 minuttir. Eg so gjørdi, smurdi nokk á so tað dekkaði ØLL hárini. Sá út sum hann sjálvur Croucho Marx. Ná, men liturin skuldi so vaskast av aftur. Tað vildi bara ikki av húðini! Croucho Marx hevdi fingið eina systur. Hevði tveir stórar, kolasvartar morsniglar í pannuni. Plagi ikki at flenna hart tá eg eri einsamøll, men hetta kvødið stóð eg leingi frammanfyri speglinum og flenti. Frida Kahlo go home! Fór til frisør at fáa tað av dagin eftir, kundi ikki vera millum fólk so løgin sá eg út.

Og lesi eg leiðbeiningar nú? Nei, tað tími eg ikki. Tí fyri tað mesta er tað óneyðugt. Man trýstir á hesar ymisku knapparnar og vupti, so riggar tað sum oftast. Sum ein kinesari segði um danskarar; Danskarar noyðast at lesa aftanfyri rísposan fyri at vita hvussu man kókar rís, tsk tsk.

Einaferð skuldi systur mín hava køkur við í skúla. Tað skuldi eg nokk orna saman vid henni. Vit vóru samdar um, at kornfleykskøkur var akkurát the thing. Eg keypti inn til tað – kornfleyks, rosinir, flormelis og Palmin. Problemið var at har var einki Palmin, so eg keypti eitt sum æt okkurt annað men var tað sama. Tad var bara ikki tað sama, funnu vit útav dagin eftir, tá systi longu hevði serverað køkurnar fyri floksfeløgunum. Tær høvdu ikki verið so populerar, køkurnar, tað vóru verri enn so øll børnini, sum yvirhøvur vildu HAVA eina. Fann so útav at eg hevdi keypt svínafeitt í staðin fyri Palmin. Ylakk. Svínafeitt! Grísakøkur. Ikki akkurát leskiligt. KornFLESK-køkur, hehe.

Vit læra av okkara feilum, sigst. Ja, tað skal eg halda. Eg havi lært nógv. Hevði eg vitað alt tað sum eg veit nú fyri 25 árum sídan, var eg ikki so býtt sum eg eri nú. Ella er tað umvent. Tad kann eisini sigast vid eitt sindur av eyðmýkt; var eg ikki so býtt fyrr, var eg enn býttari nú. ;)

Og nú fari eg út í hattar har samfelagid at gera okkurt nýtt býtt.




Ulladukkan

--

Astrid McDonald, sum býr í Århus, hevur í fleiri ár ríkað føroyska netlívið við síni herligu og erligu meining um hetta og hatta undir navninum Ulladukkan