– Býtt at tapa uppá deyðbóltar

Fróði Clementsen spældi í fjør í EB/Streymi, men er í ár millum álitini hjá AB, sum skal royna at lívbjarga sær í bestu deildini.

Í gjár spældi hann allan dystin í miðverjuni hjá AB, og hann iðrar seg um tapið fyri fyrrverandi felag sínum.
– Tað er ikki nóg gott, at vit tapa upp á deyðbóltar. Vit eru spildurnýggir í deildini, men hava spælt fínasta slag og upp í móti teimum flestu. Tapini hjá okkum eru uppá deyðbóltar, og tað er bara ikki nóg gott. Móti GÍ tapa vit dystirnar í luftini, og í dag tapa vit deyðbóltarnar á jørðini, og í báðum førum kostar tað mál og í síðsta enda sigurin, sigur misnøgdi Fróði Clementsen.
Hann heldur, at teir annars vóru rímiliga væl við í dystinum, og júst tí er tað eyka keðiligt at tapa uppá slíkar standard-støður.
– Vit fóru norður fyri at gera ein góðan figur, og megna tað partvíst, men avrikið í seinna hálvleiki var ikki nóg gott.
– Vit vistu tað fór at vera ein trupul dystur, og tað bleiv tað eisini. Nú hyggja vit fram ímóti komandi dysti á Skála, har vit rudda allar deyðbóltar burtur og fara eftir trimum stigum, staðfestir Fróði Clementsen.