Í minsta lagi 18 fólk eru ikki komin afturíaftur, eftir at ein bátur sakk uttan fyri strondina í Dominikanska Lýðveldinum um vikuskiftið. Myndugleikarnir siga, at umleið 60 fólk vóru í bátinum, tá hann fór úr býnum Nagua við kós ímóti Puerto Rico. Sum skilst var báturin als ikki bygdur til so nógv fólk.
Herskip úr Dominikanska Lýðveldinum og amerikanskar tyrlur leita eftir teimum, sum ikki eru komin afturíaftur, men vónirnar um at finna tey aftur á lívi eru smáar, skrivar Reuters.
Fátækir dominikanar rinda upp í 1.000 dollarar fyri at sleppa við onkrum smuglarabáti tvørtur um Monasundið til Puerto Rico, har livikorini eru betri enn í Dominikanska Lýðveldinum, men nógv koma ongantíð vegin fram.