Bátsbeinabjølgur brunnin

»Bátsbeinabjølgur brunnin« er heitið á fyrsta yrkingasavninum hjá Valdamar á Løgmansbø

Hóast hetta er fyrsta yrkingasavnið, ið hann hevur givið út, er hann als ikki debutantur innan yrking.

Valdemar er kendur av mongum í Føroyum sum ein av limunum í Systkinum á Løgmansbø, ið hava givið út tvey bond við sjómanssongum eftir Harry á Birtulíð. Mong av løgunum til hesar sangir hevur Valdemar sjálvur smíðað.

Harumframt hevur Valdemar givið út eitt band við songum og løgum, ið hann sjálvur hevur yrkt og smíðað. Mong kenna eisini sangirnar »Robin Hood« og »Agnes Louise«.

Valdemar er 47 ára gamal og ættaður úr Miðvági. Hann hevur yrkt alt lív sítt, og hevur tað at yrkja og syngja altíð havt stóran lut í gerandisdegi hansara og familju hansara.

Savnið er givið út á egnum forlagi, kápumyndina hevur Valdemar sjálvur tikið. Hestprent hevur prenta, savnið er 64 blaðsíður og kostar 100 krónur.