- Tann stóra framgongd, sum hevur verið á Føroya landi seinastu árini, er ikki komin øllum nóg væl til góðar, og hetta hevur ein komandi samgonga umvegis almannanna-, heilsu-, fíggjar- og útbúgvingarpolitikkin møguleika at bøta um hetta, heldur Samtak Samtak heitir inniliga á eina komandi samgongu um at raðfesta álmanna-, heilsu og útbúgvingarmál, og at gera sítt til, at virðini verða betur býtt millum fólki her býr
Skattaskipanin ? herundir eisini kommunuskattaskipanin - treingir til at verða endurskoða og broytt. Samtak mælir til, at landsstýrið í felag við eitt nú kommunufelagsskapirnar fær eina breiða semju um, hvussu ein framtíðar kommunuskattur skal skipast, og hvussu peningurin skal javnast út.
Eisini metir Samtak tað verða av stórum týdningi, at borgarar í landinum rinda tað sama í skatti, óansæð hvørjari kommunu viðkomandi er úr.
Samtak metir tað verða av stórum týdningi, at økja lutfallshækkanina (progressivitetin) í skattaskipanini ? bæði í landsskattinum og kommunuskattinum.
Hetta kundi verið gjørt við at gera kommunuskattin lutfalshækkandi heldur enn lutfalsjavnan, sum hann er í dag, umframt at seta nøkur skattastig afturat í landsskattastigan fyri tær sera høgu inntøkurnar, skrivar altso Samtak.










