Nú klokkan 17 savnast bátarnir, sum verða við í bátatreffinum í sambandi við eystanstevnu. Bátarnir savnast út fyri Saltnesi og fylgjast inn á Runvík Á eystanstevnu í fjør varð fyri fyrstu ferð skipað fyri sonevndum bátatreffi í Runavík. Talið av bátum, sum vóru við í siglingini úr Saltnesi og inn í bátahylin, var 54. Veðrið var gott hin fyrra dagin, men hin seinna fór at regna, og nakað bleiv av vindi. Nú eystanstevna er aftur hetta vikuskifti, er veðrið gott, og líkindini hjá bátum at taka lut eru góð.
Bjarni Bjarnastein, ið eigur 30 fót stóra glastrevjabátin Claudiu, er settur at skipa fyri siglingini inn á Runavík, sum verður um eina løtu. Hann verður eisini kontaktpersónur hjá bátafólki á bryggjuni.
- Tað eru eisini vit, sum koma at standa fyri matsøluni, sum verður í tjaldinum á bryggjuni seinni í kvøld og í annaðkvøld.
Bátahylurin í Runavík er ruddaður fyri teir bátar, sum vanliga liggja har, og hetta er í sátt og semju við bátaeigararnar.
Bjarni Bjarnastein, sum eisini er formaður í Bátafelagnum á Bakka, sigur, at bátarnir, sum verða við í siglingini inn á Runavík um eina løtu, savnast úti fyri Saltnesi klokkan 17.
- Eg fari at halda samband við bátsfólkið við eini megafon, sum eg fari at rópa í, og eisini fari eg at halda samband um whf?in á kanal 8. Tí hevði tað verið gott um fólk, sum verða við til bátatreffið ? vónandi mong í tali - kundu lurtað á hesi kanal, sigur hann.
Tá bátarnir koma inn í hylin, taka fólk ímóti og skipa fyri, hvussu teir skulu liggja.
- Allir bátarnir fara at liggja við hekkuni móti bryggjuni, so sleppast kann undan, at gingið verður úteftir øllum bátunum. Bátarnir, sum verða við í tiltakinum, fáa landstreym og vatn, og bæði kvøldini verður breyðsøla í bryggjutjaldinum, sigur Bjarni Bjarnastein.
Í annaðkvøld verður eisini Syngið við á bryggjuni, og tá verða Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen gestatónleikarar.