Aftur í ár fara Kongshavnar Frítíðarsiglarar at skipa fyri bátatreffi í Søldarfirði. Í ár verður bátahugnin fríggjakvøldið 5. mai, sum er kvøldið fyri stóra bátafestivalin á Toftum.
Bátafestivalurin á Toftum hevur í fleiri ár verið hildin fyrsta vikuskiftið í mai, og her er tað leygardagurin, sum er tann stóri dagurin við bátasigling og nógvum ymiskum tiltøkum.
Kongshavnar Frítíðarsiglarar siga, at aftur í ár verður møguleiki hjá fólki við húsvognum at verða við. Kvøldið fyri bátafestivalin á Toftum plagar at vera eitt sera hugnaligt kvøld í Søldarfirði.
Um middagsleitið leygardagin, 6. mai, plaga bátarnir, sum liggja í Søldarfirði, at fara inn á Skálafjørð. har allir bátar savnast, sum síðan fylgjast út á Toftir til stóra bátatiltakið har.