Næsta leygardag, tað er 2. juni verður árliga bátastevnan í Hvalvík.
Hetta triðja árið, stevnan verður og nógvir bátar plagdu at melda seg til. Í ár møtast bátarnir við Selatrað klokkan 13.30 leygardagin og undir vegleiðing frá Juvel, verður síðan siglt til Hvalvíkar. Bátarnir koma til bátahylin klokkan 15 og har verður fólk at taka ímóti, siga fyrireikararnir.
Bátarnir verða lagdir við brúgvarnar, sum verða lagdar út til endamálið,
alt ímeðan harmoniku tónleikurin setur sín serliga dám á.
Hvør bátur hevur atgongd til el og vatn, sum er á bryggjukantinum.
Á stevnuøkinum verður tjald sett upp og tað verður opið út á kvøldið, ella náttina, við mati, tónleiki og felagssangi.
Talan er ikki bara um bátastevnu, tí tey vænta eisini ein hóp av motorsúkklum og á økinum verður eisini ein stór grill til taks.










