Bátaradio-sendingar eru nú at finna í savninum hjá FM1

(FM1) Allar bátastevnur blivu avlýstar í ár, men nú ber til at enduruppliva farnar bátastevnur við Vilmundi Jacobsen, reportara hjá FM1

Bátafestivalurin á Toftum, Bátastevnan í Vestmanna, Bátahugnin í Hvalvík, og nú eisini Regatta í Hósvík. Allar bátastevnurnar fóru undir náðileysa Korona-hamaran, ið slær fast niður á tiltøk kring landið.

Eingin bátastevna í ár, men nú hava fólk møguleikan at enduruppliva hýrin frá bátastevnunum frá teimum undanfarnu árunum.

Savnið hjá FM1 og gamla Rás2 á SoundCloud verður bygt upp so líðandi, og nú er eisini møguleiki at hoyra bátaradio-sendingar hjá FM1 frá 2016, 2017, 2018 og 2019 á savninum hjá FM1 á SoundCloud.

Reportari hesi undanfarnu árini til Bátaradio-sendingarnar á FM1 hevur verið fólkakæri reportarin, Vilmund D. Jacobsen. 

HER  ber til at hoyra Bátaradio-sendingar úr Hósvík, Hvalvík, Vestmanna og av Toftum, sendar árini 2016 til 2019. 

(Fyri tey sum ikki eru kunnug við SoundCloud, so kann ein siga, at SoundCloud er "YouTube" fyri ljóð)