Nógvar kommunur kring landið kenna til trupulleikan at bátar standa í longri tíð á landi.
Soleiðis er eisini í Sunda kommunu, men nú er ætlanin at gera nakað við hetta málið.
Á býráðsfundi í kvøld kemur eitt mál, ið kallast ?Hvussu leingi skulu bátar standa á landi á kommunalum øki? til viðgerðar.
Her hevur byggi- og býarskipanarnevndin á fundi fyrr í mánaðinum havt málið til viðgerð, og hevur gjørt eitt uppskot til bygdaráðið at taka støðu til.
Her verður skotið upp, at ein skal taka gjald eftir 40 døgum, ið svarar til 50 krónur um dagin.
Nevndin skjýtur haraftrat upp, at bátar sum standa í longri tíð, skulu vísast til Áirnar fyri eitt mánaðarligt gjalda upp á 200 krónur.
Í uppskoti til bygdaráðsfundin verður samtykt at fylgja tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini.