Bátaprát við trý ættarlið umborð á "Maritu"

(Bátaradio) Hoyr bátaprátini Vilmund D. Jacobsen gjørdi umborð á bátinum "Marita", sum Terje B. Vestergaard eigur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr bátaradioprátini, sum vóru beinleiðis á Rás2, tá Vilmund D. Jacobsen vitjaði umborð á bátinum "Marita", sum eisini er partur av stóra Regatta-bátafylginum.

 

Umborð á "Maritu" prátaði Vilmund D. Jacobsen fyrst við Terja B. Vestergaard, sum eigur bátin "Marita". Mong kenna Terja, sum varaborgarstjóra í Runavíkar kommunu. Terje er eisini væl kendur frá kristnum tónleiki.

 

Vilmund D. Jacobsen fekk eisini orðið á pápan, Terja eldra, og Vilmund prátaði eisini við synirnar hjá Terja B. Vestergaard. 

 

Terje B. Vestergaard leggur dent á, at fráhaldsfólk hava eisini gleði av at verða á bátastevnum. Hann heldur, at summi gera dekan ov nógv av við tí váta slagnum, men tann stóri meirilutin eru friðarfólk.