Bátahylurin í Hvalvík fingið verjugarð

Sunda kommuna hevur lagt ein verjugarð uttan um sunnara partin av bátahylinum í Hvalvík Tann nýggi verjugarðurin fer at gera, at bátarnir kunnu liggja tryggir har í øllum veðri. Frammanundan hava trupulleikar verið, serliga tá hann hevur ligið av landnorðingi. Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Tá alt arbeiðið er liðugt, fer at verða pláss fyri einum 30 bátum afturat í bátahylinum.

Grótið, ið verður nýtt til verjugarðin, kemur frá Eiði 2 verkætlanini hjá SEV. Har verður nú borað frá tunnilsmunnanum við Norðskála og norður til Svínáir. Tað eru sera stórar mongdir av gróti, ið koma burtur úr hesum arbeiði. Sunda Kommuna hevur gjørt avtalu við SEV um at taka ímóti 100 túsund tonsum av gróti, sum umframt til bátahylin í mestan mun verða brúkt til at víðka um havnaløgini i Hvalvík og á Oyri, skrivar kommunan.