Bátahylur í Álakeri

Gongur tað sum býráðið í Havn ætlar, so verður ein bátahylur gjørdur í Álakeri. Ætlanin er, at økið við Álaker skal gerast til smábátar og róðrarneyst.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at neystini, sum standa í Álakeri, eru ikki í vegin, tí tey halda til á leigaðum øki, og tey eru langt síðani uppsøgd. Borgarstjórin sigur, at tað er bert av "goodwill" frá býráðnum, at hesi framvegis sleppa at hava neyst í Álakeri.
Bæði róðrarfelagið Knørrur, hoyvíkingar og nólsoyingar hava tørv á neysti til sínar kappróðrarbátar, og býráðið ímyndar sær, at hesi kunnu gerast í Álakeri ella við felagshølini hjá Havnar Róðrarfelag.
Einki endaligt projekt er gjørt fyri ætlanina, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógvir bátar fáa pláss í nýggja bátahylinum í Álakeri, men talið 60 hevur verið nevnt. Stórur tørvur er á bátaplássi í høvuðsstaðnum, og býráðið fær dagliga fyrispurningar um pláss frá borgarum.