- Nógv er gjørt fyri at dagføra bátahyljarnar í Runavíkar kommunu hesi seinnu árini - í Funningsfirði, Skálafirði, Oyndarfirði, Runavík, Søldarfirði, Skála og á Glyvrum. Talið av bátum er veksandi, og rákið liggur nú soleiðis, at bátahyljarnir, og økini kring um teir í størri og størri mun eru vorðin støð, har fólk savnast, tá løturnar eru.
Í Runavíkar kommunu vísa tey í dag á, at nógv er gjørt við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum, og fyri tíð síðan samtykti býráðið at gera eina endaliga dagføring av vestara armi við hylin.
- Atløgubryggja við ravmagni og vatni varð fingin til vega í februar í fjør, og nú skal vegurin framvið atløgubryggjuni asfalterast heilt út á endan, og eisini skal eitt vendipláss gerast sunnan fyri atløgubryggjuna, soleiðis at bilar kunnu venda har úti.
Spf. Rókin á Glyvrum átti lægsta tilboðið, og í gjár skrivaðu Jákup Martin Kjeld, stjóri og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at gera hetta arbeiðið.
Jákup Martin Kjeld sigur við heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, at teir fara í holt við arbeiðið um mánaðarskiftið juni/juli, og tað fer at taka nakrar fáar vikur at fáa hetta gjørt.
Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at fíggingin í størstan mun er fingin til vega frá lutinum, sum Runavíkar kommuna eigur í fænum hjá Kongshavnar havnastýri. Øll havnagjøld, sum verða goldin, tá skip koma inn á Skálafjørðin, falla til havnastýrið, sum Sjóvar kommuna, Nes kommuna, Runavíkar kommuna og Eysturkommuna eiga.
- Havnagjøldini verða lutað út aftur í mun til fjørulongd, og harvið eigur Runavíkar kommuna 48 prosent av ágóðanum. Hesi nógvu seinastu árini hevur Runavíkar havn staðið fyri millum 96-99 prosentum av inntøkunum hjá Kongshavnar havnastýri.
Næsta málið hjá Runavíkar kommunu er ein størri ætlan í havnini í Oyndarfirði, har eitt nú bátabrúgvar skulu leggjast út í hylin. - Bíðað verður nú eftir endaligu teknisku loysnini. Harumframt verður eisini asfalterað á havnarøkinum í Oyndarfirði í summar, vita tey í Runavíkar kommunu at siga í dag.