Fyritreytirnar hjá Sundlalags Bátafelag, sum skipaði fyri bátahugna í Hvalvík í gjár, vóru tær bestu, sum hugsast kundu. Veðurgudarnir vóru við fyrireikarunum, og bæði báta-og kampingfólk møttu væl upp til tiltakið.
Tá siglt varð av Selatrað til Hvalvíkar tíðliga seinnapartin, vóru einir 60-70 bátar við í fylginum, og á havnalagnum í Hvalvík stóðu einir 40 kampingvognar.
Tá bátar og bátafólk vóru komin til lands, og bátarnir lógu tryggir á sínum plássum í bátahylinum, bjóðaði Sundalags Bátafelag til gott smyrjibreyð við føroyskum viðsker og leskandi.
Seinni var eisini høvi hjá fólk at keypa sær ein góðan bita av grillini, eins og bátafólk, kampingfólk og fólk á bátahugnanum annars gingu millum bátar, kampingvognar og tjaldið á bryggjuni.
Hýrurin á fólki var góður, og tey eru mong, sum dáma væl bátahugnatiltakið hjá Sundalags Bátafelag, sum er eitt avmarkað tiltak í vavi, tó so sera hugnaligt.










