Í nøkur ár hava bátaeigarar savnast í Søldarfirði kvøldið fyri bátafestivalin á Toftum, sum altíð verður hildin fyrsta vikuskifti í mai.
Leygardagin verður so bátafestivalurin á Toftum, og fríggjakvøldið bjóða Kongshavnar Frítíðarsiglarar til bátatreff í Søldarfirði - sum upphiting til festivalin á Toftum.
Kvøldið í Søldarfirði plagar at vera sera hugnaligt, og alt bendir á, at soleiðis verður eisini hesaferð.
Í Søldarfirði verður høvi at fara í heitar pottar longu frá klokkan 17 fríggjakvøldið - og um hiti ikki er komin í kroppin klokkan 19, er lítið at ivast í, at hetta klárar borgarstjórin í Runavíkar kommunu.
Tí, klokkan 19 fer Torbjørn Jacobsen at bjóða vælkomin, og einki er at ivast í, at hann eisini fer at siga nøkur góð og mergjaði orð við havnalagið í Søldarfirði hesa løtu.
Klokkan 19 fríggjakvøldið verða pylsur og búffar grillað, og tá verður eisini okkurt leskandi afturvið. Tá liðugt er at eta, verður felagssangur, har eitt harmonikulið fer at spæla undir sanginum.
Kongshavnar Frítíðarsiglarar vita at siga, at leygarmorgunin verður morgunbreyð at fáa, og um middagsleitið verður kósin sett inn á Skálafjørð, har bátarnir fylgjast út eftir fjørðinum og út á Toftir.