Bátafestivalur á Toftum útsettur í eina viku

Nevndin í Bátafelagnum á Toftum hevur um middagsleitið í dag gjørt av, at bátafestivalurin, sum skuldi verða á Toftum hetta vikuskiftið, er útsettur í eina viku vegna vánaligu veðurútlitini.

Haldor Gaardbo, sum er í nevndini í felagnum, sigur, at festivalurin í staðin verður hildin leygardagin 11. mai.

- Vit hava havt fund í nevndini í dag og eru samd um, at best er at útseta bátafestivalin í eina viku - við júst sum skrá og somu tiltøkum, sum lýst hevur verið við.

Hann sigur, at nevndin hevur tosað við veðurmannin hjá DIM, Alex Rasmussen og soleiðis, sum veðurútlitini eru fyri leygardagin komandi, er nú endaliga gjørt av at útseta bátafestivalin í eina viku.

- Tey tiltøk, sum skuldu verða í Oyrunum leygardagin 4. mai klokkan 10, tá Oyrahandilin letur uppaftur, verða tó sum áður fráboðað, og her verður eisini standmynd avdúkað.

Haldor Gaardbo sigur, at fólk í Nes kommunu gleða seg til at taka ímóti fólki, tá bátafestivalurin verður - eina viku seinni enn ætlað.