Bátafestivalur hevur nógv til børnini

Fleiri av barnatiltøkunum byrja, tá bátarnir hava lagt til bryggju, og borgarstjórin hevur bjóðað øllum vælkomnum.

 

Á Bátafestivalinum, sum verður á Toftum í morgin, verður okkurt til øll. Umframt hugtakandi løtuna, tá bátarnir tíðliga seinnapartin stevna úr Skálafirði og inn í Oyrahavnina á Toftum, verður eisini nógv undirhald fyri børnum.

Fleiri av barnatiltøkunum byrja, tá bátarnir hava lagt til bryggju á Toftum og borgarstjórin, Súni í Hjøllum, hevur bjóðað vælkomin og hevur hildið eina røðu. Hoppiborgir eru altíð forvitnisligar hjá børnum, og í ár verður onkur spennandi hoppiborg til børnini.

Á skránni verður eisini andlitsmáling, sum børnunum plagar at dáma væl, og her verður høvi at verða málað/-ur í tjaldinum á bryggjuni frá klokkan 14 í morgin.

Sum nakað nýtt hesaferð verður eitt minni tjald sett upp til børnini. Her verður ymiskt lekkurt, ið børnini kunnu keypa sær at eta, eitt nú vaflur, vattísur og ymiskt annað, sum børnunum plagar at dáma.

Fyri tey smæstu verður skattaveiða saman við sjónrænarum klokkan 14.30. Skattakortið verður tikið fram, og sjónránararnir fara at leiða børnini gjøgnum ein spennandi gongutúr á festivaløkinum fyri at finna skattin.