Bátafestivalur á frostmarkinum

Hóast veðrið var skiftandi leygardagin, eru tey, sum standa aftan fyri bátafestivalin á Toftum, væl nøgd við dagin, sum tey halda eydnaðist væl

Høgættin er køld, og soleiðis var eisini leygardagin, tá Bátafelagið í Nes kommunu skipaði fyri ársins fyrstu bátastevnu. Viðhvørt var kavaælingur, og viðhvørt skein sólin. Kavin, sum lá ovarliga í fjøllunum um morgunin, snýkti seg, sum dagurin leið, oman móti bøgarðinum og heilt oman í fjøruna. Lotið var frískt tað mesta av degnum, kvøldinum og náttini við.
Men alt hetta megnaði ikki at taka tey, sum standa aftan fyri Bátafelagið, av fótum.
Um 11-tíðina stevndu bátarnir inn á Skálafjørð, og avtalað var, at bátafylgið skuldi byrja at sigla úr Skálafirði um middagin.
Hann var ikki beinur norðan í ættini, men var gingin nakað vesturyvir, kanska í ein útnyrðing norðan ella so. Um ikki rættilig lívd var undir stranda-og skálalandinum, so var siglingin kortini høgligari vestari á Skálafjørðinum.
Tað var Thorshavn við Jóannesi Eidesgaard sum skipara, ið sigldi fremstur út eftir Skálafjørðinum. Undan høgættini úteftir fjørðinum kendist lotið ikki so frískligt, og tá sólin í løtum sá, hugsaði tú ikki um, at hitin kanska bara lá millum 0-2 stig.
Um gott 14-tíðina var bátafylgið komið út móti Oyrunum á Toftum, har havnameistarin, Hans Óli Viberg, skipaði fyri, at bátarnir komu at liggja væl inni í bátahavnini.
Við harmonikutónleiki løgdu bátarnir til bryggju, og tá allir vóru komnir í havn, bjóðaði Bátafelagið út á fiskavirkið á Toftum til feska, vælsmakkandi suppu.

Búffar og dansur
Høgni Waag Høgnesen, formaður í Bátafelagnum á Toftum, sigur, at bátatalið í ár táttaði í fimmti, og tað eru tey í felagnum væl nøgd við, nú líkindini vóru so sum so.
- Vit eru eisini í aðrar mátar væl nøgd við samlaða tiltakið. Vit seldu einar 500 bátastevnubúffar, og eini 400 fólk vóru í dansi í tjaldinum. Fólk hugnaðu sær oført, og vit fara við góðum huga undir ein nýggjan bátafestival fyrsta vikuskifti í mai næsta ár.
Høgni Waag Høgnesen sigur, at hetta er áttanda árið, at Bátafelagið í Nes kommunu skipar fyri bátafestivali, og hann heldur, at tiltakið nú er vorðið so rótfest, at hóast dagurin, tá siglingin fer fram, kann roynast ymiskur til veður, vísir tað seg, at tiltøkini við búffum, dansi og øðrum, sum skipað verður fyri um kvøldið og út á náttina, savna nógv fólk.
Tekningin, sum er vorðin ein fastur táttur á meksikanskari uppboðssølu á bátafestivalinum, fór í ár fyri 8.000 krónur. Tað er Jens Klæmint Jacobsen, sum teknar, og hesaferð hevði hann teknað sitandi bygdaráð í Nes kommunu.