Leygarmorgunin hin 30. mai klokkan 8 - tað er í morgin stundisliga - verður spakin settur í til at grava út fyri uppíbyggingini til felagshúsið hjá Bátafelagnum á Bakka á Glyvrum.
Talan er um eina uppíbygging, sum rúmar umleið 100 fólkum.
- Felagið hevur savnað nakað av peningi, so farast kann undir útbyggingina, og sambært viðtøkunum er ikki loyvt at skuldarbinda felagið.
Tað merkir, sigur formaðurin í Bátafelagnum á Bakka, Herbert Olsen, at útbyggingin verður ikki fíggjað við láni.
- Tí fara vit eisini at leita okkum eftir enn fleiri stuðlum.
Herbert Olsen sigur, at Bátafelagið á Bakka hevur møtt sera stórari vælvild í samband við verkætlanina og hevur ta fatan, at tað eru fleiri, sum vilja stuðla.
- Tað eru vit í Bátafelagnum á Bakka sera takksamir fyri, sigur formaðurin.










