Bátafelagið vil framvegis byggja nýtt

Hóast verri tíðir arbeiðir Tórshavnar Bátafelag framvegis við ætlanunum at byggja ein nýggjan bygning undir Bryggjubakka. – Tað er við at koma undir land nú, sigur Kartni Olsen, formaður

Bygging

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Nýggjan bygning í fýra hæddum við skrivstovu, skeiðshølum og einari møguligari írskari pubb á niðastu hædd. Tað er ætlanin hjá Tórshavnar Bátafelag, sum framvegis arbeiðir víðari við ætlanini at byggja felagnum nýggj høli á staðnum, har verandi høli standa undir Bryggjubakka.

Ætlanin var at fáa nakrar av seinastu snøklunum upp í pláss í gjárkvøldið, tá fundur skuldi vera í Bátafelagnum, men orsakað av ringa veðrinum var ein av nevndarlimunum veðurfastur í Skopun og tí ikki fekk komið á fund.

Men hóast hesir seinastu snøklarnir ikki eru avgreiddir enn, kundi Kartni Olsen, sum er formaður í Tórshavnar Bátafelag, greiða frá, at arbeitt verður framvegis av øllum alvi við at fáa byggingina í gongd.

- Jú, vit ætla at byggja, tað er sikkurt. Vit hava fingið byggiloyvi og hava tekningarnar. Men tað eru framvegis onkur ting, vit mugu fáa upp á pláss, millum annað eina endaliga kostnaðarmeting og at fáa fíggingina upp á pláss, greiðir Kartni Olsen frá.


Upp í 4 hæddir

Sambært Kartna Olsen er ætlanin at byggja ein nýggjan bygning í fýra hæddum á staðnum, har tann verandi á 2 hæddir stendur.

Men tað verður ikki Bátafelagið einsamalt, sum fer at húsast í bygninginum, um alt vil væl við.

- Vit ætla at brúka 2 hæddir sjálvir. Tað verður til undirvísing av ymiskum slag, trygdarskeið, í navigatión og í motorpassaríi og so framvegis, sigur formaðurin.

Hinar báðar hæddirnar er ætlanin at leiga út, og hava vit á Sosialinum áður nevnt, at írski hotelstjórin John Coyle úr Galway og tveir aðrir írar hava verið í Føroyum og kannað umstøðurnar fyri at lata eina írska pub upp. Ítøkiliga vóru teir sera áhugaður í at lata upp í nýggja bygninginum hjá Bátafelagnum, tá hann kemur upp, og er tann ætlanin, sambært Kartna Olsen, ikki dottin niðurfyri.

- Jú vit hava samband við teir enn, og teir virka enn sum at teir eru seriøsir, staðfestir Kartni Olsen.

Tekningina til nýggja bygningin hevur Gunnar Hoydal teknað, og hon verður fyrst avdúka tá byggingin er endaliga samtykt.

Nú verður arbeitt við at fáa eina nýggjan fund í lag, soleiðis at teir seinastu snøklarnir kunnu fáast upp á pláss og verkætlanin kann setast í verk.