Eystanstevna
Bátafelagið á Bakka er eitt rættiliga nýtt felag. Tað er stovnað, 7. oktober 2001. Á stovnandi fundinum møttu umleið 30 mans, og í dag hevur felagið einar 50 limir.
Endamálið hjá felagnum er at fylkja allar bátaeigarar, at skipa fyri tiltøkum, og at veita limum og vitjandi bátaeigarum tænastur.
Charles Jacobsen, formaður felagsins, sigur, at nógvur aktivitetur er við bátahylin á
Bakka um sumrarnar.
- Ein av orsøkunum til, at felagið varð sett á stovn, var, at eingir fasilitetir vóru við
bátahylin, eitt nú vatn, el og wc.
Felagið hevur eisini ein umhvørvissetning, sigur Charles og vísir á, at hesin er at halda pláss og bátahylin so reinan sum til ber.
Putlast við bátarnar
Formaðurin í Bátafelagnum sigur, at fleiri av teimum, sum eiga bát, eru komnir nakað uppí árini og eru partvís farnir av arbeiðsmarknaðinum.
- Hesir hava kanska ikki so nógv at takast við; tí eru teir ofta við bátarnar og
putlast. Hjá hesum monnum hevði tað verið sera hugnaligt at havt eitt undirhús at sitið og prátað í og møguliga tikist við okkurt. Í húsinum verður tískil eisini eitt arbeiðsrúm.
Charles dylur ikki, at tað er eitt stórt ynski hjá flestu av limum felagsins at fáa tak
yvir høvdið.
- Og tað fáa vit nú, áðrenn langt um líður, leggur hann aftrat.
Bátafelagið hevur bæði fingið grundøki og byggiloyvi, og tekning er gjørd av einum
Felagshúsi, bæði innan og uttan.
Spakin settur í
Charles Jacobsen sigur, at spakin er settur í norðanfyri kappróðrarneystið á Bakka, og ætlanin hjá felagnum er, at felagshúsið skal verða innilokað í hesum árinum.
- Vit hugsa okkum, at felagshúsið eisini kann geva børnunum og møguliga útlendskum ferðafólki nakað við tað, at tey her kundu lært at knýtt knútar, sett segl og annað, sigur formaðurin í Bátafelagnum á Bakka.
Fimm nevndarlimir og tveir eykalimir eru í felagnum; tann yngsti er 22 og tann
elsti er 72 ár.