Bøta um parkeringsviðurskiftini

Bøtt verður munandi um parkeringsviðurskiftini við flogvøllin. Eini 80 parkeringspláss verða gjørda afturat teimum verandi. Arbeiðið verðu tó ikki liðugt í ár

Parkeringsøkið við flogvøllin í Vágum verður víðkað munandi. Á langtíðarparkeringsplássinum koma eini 60 pláss afturat, og á økinum við terminalin, sum er ætlað til styttri parkering, verða eini 18-20 nýggj parkeringspláss.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingurin, sigur, at talan verður ikki um at gera plássið liðugt í ár. Tað, sum gjørt verður, verður bara ráð planering, sigur hann.
Grivið er út, og økið verður so planerað. Men so verður tað liggjandi soleiðis í hvussu er til eftir ársskiftið, ella tá ein nýggj fíggjarlóg er samtykt.
Sum er hevur landsverkfrøðingurin eina hálva millión at arbeiða við, og fyri tað verður so bara planerað, sigur hann.
Til at gera liðugt við asfaltering og merking, krevst reiðiliga sama upphæddin ella kanska einar 800.000,- krónur afturat, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Síðan nýggja skipanin við eftirliti á parkeringsplássunum er komin, er skilið batnað nakað væl. Men kortini er í so trongt viðhvørt. Serliga er tað á hásumri og um jóltíðir, at brúk er fyri fleiri plássum, sigur landsverkfrøðingurin.
Hann sigur, at tann ætlanin, sum farast skuldi undir í fjør niðan móti vegnum, nú fyribils er løgd til síðis.
Talan var um eina nógv størri ætlan enn hesa, nú verður gjørd. Hon varð mett at fara at kosta einar fimm milliónir. Og tá var heldur ikki asfalterað. Men bæði orsakað av tíðarneyð og manglandi peningajáttan, varð hon av ongum i fjør, sigur Oyvindur Brimnes.