Bøta um ferðsluviðurskifti til Hvítanesvegin

Komandi hóskvøld skal býráðið taka støðu til framhaldandi arbeiðið at bøta um ferðsluviðurskiftini á vegamótinum millum Hvítanesvegin og Eystara Ringveg.

Komandi hóskvøld skal býráðið taka støðu til framhaldandi arbeiðið at bøta um ferðsluviðurskiftini á vegamótinum millum Hvítanesvegin og Eystara Ringveg. 

 

 

Hóast ferðsluljós vóru sett upp í vár fyri at minka um trupulleikan við trafikkinum, eru tað framvegis trupulleikar at fáa ferðsluna at glíða. Serliga er tað á Eystara Ringvegi móti vegnum Yviri við Strond at trupulleikar eru. Í meldurtíð kunna bilrøðir strekkja seg frá ljóskurvunum og heilt oman móti tyrlupallinum. Hetta hevur við sær at ferðslan á Hoyvíksvegnum og inn á Ringvegin eisini verður tarnað. 

 

 

 

Tí hevur umsitingin í teknisku fyrisiting lagt uppskot fyri býráðið um at gera eina breyt afturat til ferðsluna. Hendan breytin skal loyva bilum at koyra til høgru frá Eystara Ringvegi og út á Hvítanesvegin. Kostnaðarmetingin frá ráðgeva ljóðar á 1.3 mió. kr. 

 

 

 

Harumframt skal Hvítanesvegurin breiðkast frá vegamótinum og oman til Hoydalsá. Hetta verður mett at kosta 500.000kr umframt útbyggingina av ljóskurvunum. 

 

 

 

Í sambandi við at kommunan ynskir at byggja við frílendið oman móti Hoydølum, er ynski komið um ein sonevndan ljóðvolla, sum fer at dýrka verkætlanina nakað. Samlaður kostnaður fyri eyka breytina er sostatt 1,9 mió. kr.