Báta-og kampingtreff á eystanstevnu

Luttøkugjaldið til báta-og kampingtreffið á eystanstevnu er bert 300 krónur - líka mikið, hvussu nógv fólk eru við bátinum ella kampingvogninum

Skipað verður soleiðis fyri, at siglt verður av Saltnesgrynnuni fríggjakvøldið klokkan 18 og inn í bátahylin í Runavík.
Eftir at bátarnir hava lagt til bryggju, verður móttøka á neystaloftinum í Gamla Handli. Her verður suppa og felagssangur við harmoniku.
Kostnaðurin fyri alt vikuskiftið er 300 krónur fyri bátin ella vognin - líkamikið, hvussu nógv fólk eru við. Við í prísinum er eisini el, vatn og internet.
Úr Runavík verður sagt, at húsvognar eru vælkomnir til økið á havnalagnum hjá Runavíkar havn frá fríggjadegnum 14. juni – eftir døgurða.
Tilmelding til báta-og kampingtreffið á eystanstevnu fer fram á bakka@mail.fo - ella við at ringja til Charles Jakobsen á tlf. 717171/ Sonju S. Danielsen, tlf. 220561.