Bót til Bata opið hús oftari

Kvinnur, sum hava fingið skurðviðgerð fyri krabbamein í bróstinum hittast annan hvønn mánað


Bót til bata, sum er sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur, sum hava fingið skurðviðgerð fyri bróstkrabbamein, vil fegin røkka so nógvum kvinnum, sum til ber. Tí vónar bólkurin, at nógvar kvinnur fara at leita sær í hølini hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum í Havn, nú tey fara at hava opið hús annan hvønn mánað. Kvinnurnar í bólkinum ásanna, at tað er ov lítið bert at skipa fyri tveimum hugnaløtum um árið, umframt at varpa ljós á bróstkrabba í oktober eins og onnur lond gera.
- Vit vilja røkka so nógvum kvinnum, sum hava verið undir skurði fyri bróstkrabba, sum til ber. Tí fara vit nú at hava opið hús regluliga. Endamálið er at hava eina hugnaliga løtu saman, har til ber at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp, sigur Heidi Hvidbro, formaður í Bót til bata.
 
Sjálvhjálparbólkur
Bót til bata er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini. Bólkurin varð stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðan. Í bólkinum eru kvinnur, sum eru skurðviðgjørdar í brósti. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.
 
Sambært bólkinum verður opið hús í hølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Havn mikukvøldið 29. mars 2006 kl. 19.00.  Sagt verður, at tær, sum hava hug til at taka lut, skulu boða frá í seinasta lagi mikudagin 29.mars kl. 15.00 á telefon 317959, 217959 ella 217957, ella í telduposti: krabbamein@krabbamein.fo--