Bót fyri yvirvekt

Venjarin hjá brasilska Vasco da Gama, Renato Portaluppi, hevur fingið nóg mikið av fótbóltsspælarum, sum ikki eru í røttu venjingarstøðuni. Vasco da Gama hevur nú tapt fimm dystir á rað í brasilsku liguni, og Portaluppi er fimti venjarin hjá felagnum í ár. Og hann hevur longu langað neven í borðið. – Tað eru bert tveir mátar at læra spælarar, hvussu teir skulu bera seg at. Antin við at seta teir á beinkin, ella við at geva bót sigur hann. Og longu nú er so greitt, at talan verður um seinna alternativið. Fyri hvørt kilo, sum ein spælari vigar ov nógv, skulu teir nú rinda á leið 750 krónur í bót.