Bót fyri vánaligan laks

Í Noreg hevur ein laksaútflytari fingið stóra bót fyri at hava selt ov vánaligan laks

 


Laksaútflytari í Hordalandi í Noreg hevur fingið 750.000 krónur í bót, fyri at hava selt ov vánaligan laks.

Orsøkin er, at ikki er loyvt at selja so vánaligan laks sum mannaføði, sigur løgreglan við NRK.

Upprunaliga varð laksurin pakkaður sum ídnaðarfiskur, men fiskaútflytarin fekk statstrygd fyri, at fiskurin var nóg góður.

Í Estlandi kom veruliga góðskan tó fram í ljósið. Bótin uppá 750.000 krónur svarar til virðið á laksinum. NRK sigur, at hetta er fyrstu ferð, at fiskaútflytari fær bót fyri sølu av ov vánaligum fiski.