Matvøruframleiðarin Haarberg & Lassen í Tróndheimi í Noregi hevur brúkt ólógligt krabbameinselvandi nitrit í síni framleiðslu av royktum laksi.
Herfyri fekk fyritøkan eitt sektaruppskot upp á 600.000 norskar krónur, sum felagið góðtók.
Tað var løgreglan í Syðra-Trønderlag, sum legði uppskotið fyri Haarberg & Lassen, sum nú hevur skift navn til Lerøy Haarberg AS.
Dagligi leiðarin, Torger Haarberg, hevur eisini fingið eina bót upp á 40.000 norskar krónur.
Leiðarin váttar, at fyritøkan hevur tikið við bótini, men hevur annars ongar viðmerkingar til málið.
Tað var norska matvørueftirlitið, sum avdúkaði ólógliga nitritið, og tað er Adresseavisen og Fiskaren, sum bera hesi tíðindi.