Bót fyri ófólkaligleika


Mánanáttina klokkan fimm varð ein ungur maður tikin fyri at vera ófólkaligur móti løgregluni.
Løgreglubilurin koyrdi í býnum, tá ein ungur maður í einum øðrum bili rullar rútin niður og fer at gera ófólkalig tekin móti løgreglumonnunum.
Bilurin við tí unga manninum varð steðgaður og ungi maðurin tikin. Hann verður ákærdur fyri at vera ófólkaligur móti løgregluni, og hann kann vænta sær eina bót.
Løgreglan í Havn hevði eisini einar tíggju ávirkaðar persónar á støðini at sova rúsin av sær um vikuskiftið.