Bústjórar hjálpa ALS at avgreiða umsóknir

Bústjórarnir hjá Faroe Seafood í konkurs hava boðið sær til at geva Arbeiðsloysisskipanini avrit av øllum uppsagnarbrøvunum fyri at skunda undir, so ALS fær avgreitt tær skjótari.

Sosialurin skrivaði í gjár, at nógv av teimum uppsøgdu starvsfólkunum hjá Fiskavirking ongan stuðul fáa úr ALS fyri jól, tí tað tekur so langa tíð at avgreiða umsóknirnar.

Ernst Jacobsen, stjóri á ALS, sigur við blaðið, at Arbeiðsloysisskipanin hevur ikki nóg mikið av málsviðgerðum at avgreiða tær út við 1.000 umsóknirnar um arbeiðsloysisstuðul, sum skipanin hevur í løtuni.

Portalurin hevur spurt Eyðfinn Jacobsen, sum er annar av bústjórunum, um búgvið ikki fær hjálpt Arbeiðsloysisskipanini at avgreiða umsóknirnar.

- Jú, tað gera vit. Tað ber ikki til, at fólk ikki skulu fáa stuðul fyri jól. Vit hava tí boðið okkum til at geva Arbeiðsloysisskipanini avrit av øllum uppsagnarbrøvunum, so tey ikki hava tey at bíða eftir, sigur Eyðfinnur Jacobsen.