Sølustevna
Hjá teimum, sum ætla at byggja ella umvæla bústaðin, býðst serligt høvi at fáa hugskot og hjálp á sølustevnu,sum hildin verður í Runavík í døgunum tríðja til fimta mai.
Stór søluframsýning, nevnd Hús og innbúgv, verður í ítróttarhøllini í Runavík fyrsta vikuskifti í mai. Umframt ítróttarhøllini vænta fyrireikararnir eisini at fáa brúk fyri einum stórum tjaldi, sum setast skal upp uttan fyri høllina.
Hans Petur Ellingsgard úr Runavík og Niklas Heri Jákupsson úr Klaksvík standa fyri stevnuni, sum verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Ætlanin hevur verið frammi síðan í januar, greiddu teir frá á tíðindafundi, ið hildin var á Tórshavnar Sjómansheimi í gjár. Tilmeldingarfreistin er sett il 1. mars, og higartil eru nakrar tilmeldingar komnar. Umframt er væl av fyrispurningum. Bæði úr Føroyum og uttanlands.
Hans Petur Ellingsgaard greiddi frá, at ætlnin er at hava alt, sum yvirhøvur kann hugsast at hava við húsabygging og búseting at gera, á hesi stevnuni. Tað verið seg líka frá fíggjarráðgeving til sjónvarpstólið í stovuni.
?Vit ætla okkum at bjóða fólki alt frá tí, spakin verður settur í, til tey standa undir brúsuni, sum hann tók til.
Fyrireikararnir siga, at teir avgjørt meta tørvin á slíkar stevnu at vera til staðar. Í grundini halda teir tað vera eitt sindur løgið,a t eingin slík stevna hevur verið fyrr, siga teir.
At júst Runavík er vald til stevnustað, kann hava ymsar orsøkir. Annar fyrireikarin er úr Runavík, har hann millum annað er virkin kommunalpolitikari.
Royndirnar frá stóru fiskivinnustevnuni, sum var í Runavík í fjør, tykjast eisini hava givið áræði til at royna eina messu.
Umframt at økið rundan um ítróttarhøllina tykist væl egnað til at seta tjald upp, sum fyrireikararnir vænta neyðugt.
Sjálv ítróttarhøllin hevur umleið 500 fermetrar, sum leigast kunnu til framsýningina, greiðir Hans Petur Ellingagaard frá. Tað meta teir ikki vera meira enn umleið helvtina av tí, teir fáa brúk fyri til framsýningina. Væntandi fara framsýnararnir at hava brúk fyri væl størri básum, enn á vanligum sølustevnum.
Tann tøruvrin, sum verður aftur at ítróttarhøllini skal so loysast við at seta tjald upp uttanfyri. Tað kann so fáast eftir tørvi heilt upp til 1.000 fermetrar eyka.
Ymisk tiltøk verða í samband við stevnuna, greiða fyrireikararnir frá. Eitt nú verður skipað fyri barnaparkering, so foreldur í frið og náum kunnu gera síni ørindi á stevnuni, eins og helst eisini verður skipað fyri øðrum tiltøkum fyri børnini, vænta teir.
Umframt verður cafeteria á stevnuni. Tí fer ítróttarfelagið NSÍ at taka sær av, sigur Hans Petur Ellingsgaard.










