Páll Petersen
Øll hava vit brúk fyri bústaði. Tey flestu ynskja egið hús, nøkur ynskja íbúðarbygging, og onnur ynskja ikki at eiga, men leiga.
Nógv er bygt í Havnini tey sístu árini, og er hetta at frøðast um, men enn er tørvurin tó ikki nøktaður.
Í teimum bygdunum ið eru komnar afturat Tórshavnar kommunu, er stórur mangul uppá grundstykkir. Hetta er nakað sum má takast í størsta álvara, í øllum bygdunum í kommununi, fyri at tey ungu, ið búleikast á bygd, ikki kenna seg noyddan til at ríma av bygdunum vegna manglandi útstykkingar.
Hetta gerst best við at seta ein sterkan fólkaflokk í býráðið tann 9. november.
X við lista A