Bústaðir: Gjørdu íløgur fyri 121 milliónir

Bústaðir, ið er almenna bústaðafelagið, ið útvegar, umsitur og rekur leigubústaðir um alt landið, hevði í fjør eitt hall á 1,4 milliónir krónur fyri skatt. Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi í morgun.


- Rakstrarúrslitið fyri 2017 gjørdist 1,4 mió. kr. í halli fyri skatt, sum er 1,6 mió. kr. verri enn í 2016, tá ið úrslitið gjørdist 222 t.kr, skrivar felagið.


Nógv virksemi er í byggivinnuni í hesum døgum og Bústaðir eigur eisini sín part av tí virkseminum. Í tíðindaskrivinum verður upplýst, at felagið í fjør gjørdi íløgur fyri 121,6 milliónir krónur í grundøkir og bygningar og hevur Bústaðir við árslok íbúðarbygningar og verkætlanir fyri 311 milliónir kr.


Leiguinntøkurnar vóru 8,6 milliónir krónur í 2017. Í 2018 væntast hesar at hækka upp í 13 milliónir krónur og at javnvág verður millum leiguinntøkur og rakstrarútreiðslur komandi árini so hvørt sum talið av leigumálum hækkar, upplýsir felagið.


Við árslok 2017 var talið av leigumálum 188. Í løtuni umsitur Bústaðir 244 leigumál og harafturat eru meira enn 100 leigubústaðir í gerð.