Tann unga familjan, ið roynur at seta føtur undir egið borð, hevur stórar trupulleikar í Tórshavnar kommunu. Fyri tað fyrsta eru húsaprísirnir ov høgir. Fyri tað næsta er húsaleigan ofta so høg, at tær drena húsarhaldið fyri pening, so at familjan ikki fær samla neyðugan kapital til at skaffa sær egin hús.
Eldri fólk sita ofta í ov stórum húsum, eftir at børnini eru flogin úr reiðrinum, uttan at hava møguleika at flyta inn í minni og betri hóskandi hús í teirra nærumhvørvi, tí hesi finnast ikki.
Alt ov fáar íbúðir eru til tey veiku í samfelagnum sum er.
Familjur, sum mistu húsini í áttatiárinum, eru í einari serliga svárari støðu, millum annað tí, at tað er trupult hjá teimum at fáa fígging frá peningastovnum.
Tey ungu hava brúk fyri bíligum lestraríbúðum.
Tað er tí tørvur á einum heilt nýggjum og øðrvísi kommunalum bústaðarpolitikki, ið byggir á eina sociala grundhugsjón, har ongin verður gloymdur ella tilsíðissettur. Tórshavnar kommuna eigur tí at niðurseta ein arbeiðsbólk, ið er samansettur av politikarum og starvsfólkum við serkunnleika á økinum. Arbeiðsbólkurin skal hava til endamáls, at kanna bústaðartørvin, útstykkingar- og byggimøguleikar og at skaffa fígging og samskipa alla verkætlanina. Arbeiðsbólkurin skal arbeiða skjótt og miðvíst, fyri at fáa bygt íbúðir, ið eru passandi í stødd og prísi, bæði sum egin hús, lutaíbúðir, leiguíbúðir, vardar íbúðir og kollegiir. Umframt at prísurin skal vera rímuligur, skal dentur leggjast á, at byggjaríið hóskar inn í tað føroyska landslagið, og hevur fríøki har børn kunnu spæla og ung og eldri vera saman.
Bólkurin skal seta seg í samband við peningastovnar, tryggingarfeløg, fakfeløg, húsalánsgrunnin og aðrar grunnar fyri at fáa hesar at verða við i verkætlanini og føra hana út í lívið. Fígging skal ikki koma frá kommununi, men kommunan skal útvega og ávísa grundøki og vera við í fyrireikingararbeiðnum.
Eg haldi tað vera skilagott, at nýútstykkingar verða gjørdar í Hoyvíkshaganum, og eg vil arbeiða fyri at líknandi nýútstykkingar verða gjørdar á Signabø og í Kollafirði, nú vinnulívið blómar, gongd er komin í útbyggingina av skúlanum, bygging av ítróttarhøll, og býbussurin eisini fer at koyra til Kollafjarðar aftaná nýggjár.
Men hettar loysir ikki allan íbúðartørvin í kommununi, her manglar tann almenni- sosiali bústaðarpolitikkurin, ið vil geva tryggari socialar umstøður fyri borgarnar í kommununi.
Ein loysn av íbúðartørvinum vil eisini gera at húsaleigan ikki hækkar. Eg vil tí arbeiða miðvíst fyri einum nýggjum kommunalum íbúðarpolitikki, sum hevur til endamáls at skipa fyri skjótum og skilagóðum loysnum á økinum.










