Talið á bústaðahandlum er enn sera lágt, men sethúsaprísirnir eru framhaldandi støðugir, serliga í høvuðsstaðarøkinum. Tað vísir nýggjasta uppgerðin yvir bústaðahandlar.
Sølan av bústøðum í Føroyum er sera lág í løtuni, vísir nýggjasta uppgerðin yvir bústaðahandlar og prísir, ið Eik Banki hevur gjørt.
- Høvuðsmyndin í hagtølunum er, at bústaðamarknaðurin framhaldandi er í bíðistøðu. Í stuttum kann sigast, at talið á bústaðahandlum framvegis er sera lágt, men hinvegin halda prísirnir sær sum heild, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik.
Sambært tinglýsingunum vóru 36 handlar 1. ársfjórðing og 29 handlar 2. ársfjórðing í ár. Av hesum vóru ávikavist 11 og 9 handlar í høvuðsstaðarøkinum.
Prísgongdin er hinvegin støðug í Tórshavnar øki. Har fór meðalprísurin fyri handlaðu húsini eitt sindur upp í 2. ársfjórðingi, 6 prosent, eftir at vera fallin nakað undanfarnu tveir ársfjórðingarnar.
Prísfallið uttan fyri Tórshavnar øki heldur fram 3. ársfjórðing á rað, hóast fallið í 2. ársfjórðingi er lítið, 6 prosent í smærri bygdum og 3 prosent í størri bygdum.
Í metingini av prísgongdini skal fyrivarni takast fyri, at óvissan um prísgongdina økist, tess lægri talið av handlum er.
- Samfelagsbúskaparliga gongdin er mest sannlíkt eisini orsøkin til tað lága talið av handlum higartili í ár. Bæði seljarar og keyparar eru í bíðistøðu og vóna hvør í sínum lagi at gera ein betri handil við at bíða. Hartil kemur, at keyparar vegna óvissuna í samfelagsbúskapinum eru afturhaldandi við at gera keyp, sum bindir nógv ár fram í tíðina. Hetta hóast rentan á millum annað realkredittlánum annars er sera lág í løtuni, sigur Bjarni Olsen.