Agga Niclasen
meining@meyl.fo
----
Eg havi fyrr spurt um bøssabrúdleypið, um hvat tað nú er fyri ein skræpa at koma við? Sum heild valdar tøgnin, helst tí tað verður bíðað eftir, akkurát hvat og hví tú skalt halda, at tað er eitt gott hugskot. Men meðan tey meinigu á vinstravonginum bíða eftir kulturellu fínelituni, hevur amerikanski ovastin tosað.
Tað hevur okkara ikki. Sum hini bíðar hann. Hann bíðar eftir sínum skrivstovuráðgevum, sum aftur lurta eftir meiningsmyndandi klassanum, tá ið hann einaferð opnar formliga gabið. Úrslitið verður eitthvørt óleiðarasligt gabb um, at bøssabrúdleypið er eitt “etiskt mál”—sum um áseting av lodnukvotum ikki eisini er tað!—og tí fer tað at vera upp til hvønn politikara sær at gera av, hvat viðkomandi heldur, hóast løgmaður privat, so kritiskur sum hann nú er, onki galið sær í eini avmontering av hjúnalagnum. (Hetta kann tó aldri vera ein etiskur spurningur, men eitt moralskt val.)
Obama segði annars tað vera týðandi fyri seg at “ganga á odda og staðfesta fyri fólki, at tey samkyndu skulu hava loyvi at giftast”. Sum tann vingulskøltur hann er, segði hann tað tó fyrst eftir, at meiningakanningar í USA høvdu víst, at annarhvør amerikumaður stuðlar bøssabrúdleypinum; hvat so merkir, at øll hini, hin helvtin, eru “konservativ kristin” og “fratør”, skulu vit trúgva herðataskuberandi ung-elituni.
Smáliga kravið hjá elitubøssum at giftast verður ført fram sum tað heilt stóra javnstøðumálið, sjálvt um tað hevur sirka líka nógv við javnstøðu at gera sum parkettgólvið i miðhæddini. Fyri tað hindrar tað ikki super-opportunistunum, Bjørt Samuelsen, Poul Michelsen og, sjálvandi, Rigmor Dam, at lata seg draga at kravinum. Við tað, at hetta fer at útstilla tey sum “modernaðir politikarir”, hava tey ikki ráð at bíða eftir øllum hinum.
Tey halda óivað, at tað, at gera okkurt, ið ikki enn er gjørt, er at vera modernaður; og at vera ímóti onkrum, ið ikki enn er gjørt, er at vera ómodernaður. Men teir mest vinstravendu politikarnir stuðla eisini broytingini av hjúnabandslógini, tí tað gevur teimum eina fría og ókeypis rutu inní familjuna—hvat hr. Michelsen helst ikki ordiliga hevur fingið við.
Men í royndum bíða vit eftir, at ráðandi rørslan og teirra soldatara-darlingur, Bjarni Lisberg, ið betragtar seg sjálvan sum eina reinkarnatión av Malcolm X, í álvara bestemmar seg. Fyrst tá fer handa óradikala herferðin fyri stórfeita bøssabrúdleypinum at taka dik á seg. Vissuliga, tey fittu fara at kalla tey ófittu “homofobar” og annað lifr, ið ber á brá av úrvalsligum tolsemi, men har eru aðrar grundir at vera avbera skeptisk.
Og tað er serliga ein grund, ið er frálíka spoysk. Hon er, at bøssabrúdleypið er ringt fyri bøssar. Bøssabrúdleypið er jú kveikt av eini daprari og defektari bøssarørslu í verjustøðu. Hon vitnar um eina tráan ímillum modernað elitusamkynd at vinna samtykki uttanífrá fyri teirra kærleika og lívsstíli, og serstakliga frá statinum og tí moralska meirilutanum. Nakað, tey samkyndu løgdu ein lort í fyrr.
So bøssabrúdleypið er fupp. Tað verður reivað í reypi og leverað sum ein upphevjað endastøð fyri alt tað, samkynd hava barst fyri í eina hálva øld. Men pesudoreypið er sjúkratekin um eina eiðasøra bøssarørslu, hvørs ynski um brúdleyp er borið av vantandi sjálvsáliti.
Sum sagt, søguliga hava fagurliga samkynd slettis ikki havt hug at giftast—líka frá Stonewall-uppgerðini í 1969 til tær fyrstu og mótaðu Gay Pride-hergongurnar fyrst í 70unum. Tey vildu loysing og frígering, ikki eina infantila lætti-útgávu av nøkrum, mynsturbøssarnir frá LGBT halda vera “javnstøða”. Samkynd fyrr vildu oyðileggja hjúnalagið, ikki ganga við til tað og heilhjartað stuðla tí.
Kravið var um rættin til lív uttanfyri slíkar institutiónir. Um frælsið at skipa og skapa nýggjar mátar at liva, sum ikki kravdi nakað vælsignilsi frá statinum ella aksept frá “systkjum og systkinabørnum, ommum og abbum”.
Men ídag, ígjøgnum bøssabrúdleypið, hevur tú LGBT og klemmandi kampanjufólk, ið gera nett tað mótsetta: bidda statin um at blíva alment viðurkend, ákalla miðalstættarmannin at fortelja sær, at tey eru ókey.
Og mannminkandi LGBT-pretið, har substansleys listafólk leita til djór at prógva sín eksistens, er bara enn eitt so sigandi dømi um bøssamentanina 2013. Seriøst... leita eftir “prógvum” fyri homoseksualiteti í djóraverðini.
Gay Manifesto, ein ávirkanarríkur faldari í Englandi, lýsti hjúnalagið sum “ein rotin og køvandi institutión”. Í 2002, á 30-ára degnum fyri tí fyrstu Gay Pride-hergonguni, segði Peter Tatchell, høvuðsmaðurin aftanfyri gonguna, hetta: “Har var onki krav um sonevnda javnstøðu. Vit vildu loysast úr bondum. Vit vildu frælsi. Vit vildu broyta samfelagið. Ikki laga okkum eftir tí. Ikki gera tað sama sum hini.”
So, at hoyra bøssaforsprákarnir tosa um eitt følilsi av at vera undirmettir, um ikki at føla seg heilan, og so hatta brennandi ynski um at føla seg vælkomnan inn í stats-sanktioneraðu familjuna (ið forrestin kirkjan og kristni av sínum eintingum loyvir), er dekan grátiligt.
Hetta sigur mær, at bøssaelitan nú á døgum líður undir einum putlutum tilveruiva og óró. Har bøssaaktivistar tá á døgum havnaðu bedrøviligar vísindaforklaringar um homoseksualitet og statslisens at liva sítt lív, fjasast bøssaaktivistar nú á døgum við biologiskari determinismu og lata seg taka í statssongini.
Harumframt er okkurt homofobiskt í tí, at samkynd skulu giftast, tí tað sigur eginliga, at homoseksualitetur bert kann fatast um heteroseksuellar institutiónir.
Allíkavæl leinkja LGBT og teirra skutilsveinar í tinginum bøssabrúdleypið við “javnstøðu”, sum var hugtakið ein dualistiskur kroppur. Tað er ein totaliterur hugburður, í minsta lagi ótolerantur, tann hjá elitera vinstravonginum, at vit røkka líkleika, ella javnstøðu, við at eliminera ymiskleika.
Í hjúnalagnum hátíðarhalda vit kynini, ymiskleikan! Men um tú heldur, at ymiskleiki ikki er umráðandi, so styðjar tú sjálvandi einum formi fyri javnstøðu, ið forkemur ymiskleika, skapar einsháttan, og sum gevur tað sama til øll. Um, hinvegin, tú heldur, at fyri at røkka javnstøðu, tá mást tú geva ella koma við ymiskum “tingum” í ymiskum sameiningum, til ymisk fólk, nettupp tí tey hava tørv á ymiskum (tingum) fyri at fáa javnstøðu, so fylgir, at tað er púrasta beint at konstruera eina institutión, ið er eyðkend ella einkennilig fyri heteroseksuell.
Hjúnalagið er ein serskild heteroseksuell institutión, tí hon ger tvey ting, ongin onnur institutión kann gera. Hon fæst við sambandið millum mann og kvinnu, og hon fæst við tað faktum, at heteroseksuell kunnu fáa børn, tað kunnu homoseksuell ikki.
Bøssakærleiki er, innanst inni, eitt samband millum tvey fólk. Siðvant hjúnalag er ikki. Tað er ein institutión, eitt ótal av fólki fara inn í av nøkrum heilt serligum orsøkum. Eitt samband millum presiss ein mann og eina konu, sum sera ofta, men ikki altíð, er til fyri at “føra ættina víðari”, og sum pliktar handa mannin og hasa konuna til eina ørgrynnu av øðrum pørum, til eitt samfelag.
Fakta er, at hjúnalagið ikki bert er um samlív ella samlag, ikki eingong um at hava eitt intenst og heitt samband, tíansheldur ta sannroynd, at tað mest optimala fyri barnið er at vera umboðað av báðum kynum. Hjúnalagið hevur altíð handlað um nógv meiri enn tað; um at skapa eina eind við egnum reglum, viðurkend av statinum sum eitt serskilt samveldi.
Sjálv premissan fyri hesi institutión er, at hon bert kann vera millum mann og kvinnu. Og tí heldur hon eisini uppat at eksistera, um staturin eisini her loyvir sær at blanda seg uppí totalt privat viðurskifti, hvat hjúnalagið er.
At klamsa saman hvørt mannasamband sambært eini greytutari og ovurkenslusamari, fyri ikki at siga meiningsleysari umdefinering av “hjúnaskapinum”, har alt frá bøssakærleika til eitt kristið par verður homogeniserað til hugtakið “hjúnaband”, tænir ongum.
Tað tænir ikki samkyndum pørum, hvørs “hjúnaband” fer at hava lítla søguliga dýpd og ongan nútíðar relevans. Og tað tænir eiheldur teimum, ið longu eru gift, tá ið nógv teirra halda, at bøssabrúdleypið er átrúnaðarliga ótolerant og undirgravar teirra samleika.
Ella, faktiskt... tað vil siga, ongum uttan sussandi klassanum, ið Oddvør og hennara drekkamunsrealistar so miriliga ynskja at vera ein seriøsur partur av. Ein happingar-klassi so bundin av at vilja reklamera sítt modernaða ídni, at hann skítur á, um bøssabrúdleypið fer at traðka á samleikan hjá vanligum fólki, so longi sum hann heldur, at tað fer at hjálpa sær og sínum umdømi.