Búskapur og vinna: Randers Reb úr Danmark

Hetta merkir tó ikki, at tann gamla býarmyndin í Randers hvørvur, tí felagið hevur gjørt av at byggja ein bygning uttan fyri sjálvan býin.

Hetta verður kortini ikki ein framleiðslubygningur, men ætlanin er heldur at savna søluarbeiðið, umsiting o. a. har. Umleið 100 fólk fara at arbeiða í nýggja bygninginum.
Leiðslan í Randers Reb sigur, at avgerðin at flyta framleiðsluna av landinum fer at bera í sær, at 85 fólk fara at missa arbeiðið. Fyri tveimum árum síðani arbeiddu umleið 240 fólk hjá fyritøkuni.