Útlit eru fyri at búskaparvøksturin verður minni komandi árini í mun til undanfarnu ár. Búskapurin gevur kortini møguleikar at gera neyðugar útbyggingar og íløgur í okkara samfelag sigur løgmaður Samgongufundur hevur verið seinnapartin, har samgongan m.a. hevur gjøgnumgingið fíggjarlógini fyri 2008 og nakrar fylgilógir, umframt onnur lógaruppskot stendur í tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni.
Jóannes Eidesgaard løgmaður sigur:?Útlit eru fyri at búskaparvøksturin verður minni komandi árini í mun til undanfarnu ár. Búskapurin gevur kortini møguleikar at gera neyðugar útbyggingar og íløgur í okkara samfelag, og samgongan hevur raðfest útbúgving, umhvørvi, gransking og vælferð.
Um búskaparvøksturin skal varðveitast, eru politisk tiltøk neyðug. Nýggja útlendingalógin er eitt týðandi stig, men fíggjarpolitisk átøk verða helst eisini neyðug. Landsstýrið fer í næstum undir at fyrireika ymiskar tillagingar og broytingar, sum væntandi verða partar av fíggjarlógini fyri 2009.?
Meir um hetta verður at frætta á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í fíggjarmálaráðnum í komandi viku.
Fíggjarlógin verður løgd fram týsdagin, og tíðindafundur verður í hesum sambandi í Fíggjarmálaráðnum.
Hesi lógaruppskot eru farin í løgtingið :
? Uppskot til fíggjarlóg 2008
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (FAS)
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
? Uppskot til samtyktar um at verja ozonlagið
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju
? Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um toll
? Uppskot til ríkislógatilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ?lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme?
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í ?lov om forsikring mod følger af ulykkestilfælde?
? Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvíttvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (hvíttvaskløgtingslógin)









