Búskaparvøksturin nógv størri enn áður mett

Bæði kommunur og landið eru sek í yvirupphitingini í byggivinnuni, metir Búskaparráðið

Vøksturin í BTÚ er munandi størri enn áður mett. Í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður staðfest, at vøksturin í BTÚ er umleið tríggjar ferðir so stórur sum áður mett.


- Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri í ár. Búskaparráðið metir nú vøksturin í ár at verða 1,8%, sum er nakað hægri enn í undanfarnu frágreiðing, tá hann varð mettur til 0,5%, skrivar Búskaparráðið.


Ráðið vísir í Heystfrágreiðingini á, at orsøkin til broyttu metingina eru ymiskar nýggjar fortreytir.


- Útlit eru fyri einum falli í útflutninginum í ár vegna minkandi kvotur, minni tøku í alivinnuni og lægri prísir í summum bólkum, sum dregur vøksturin niður. Hinvegin er tað ein øking í innlendska eftirspurninginum, sum dregur vøksturin upp, skrivar Búskaparráðið.


Víst verður á, at tað serliga er hjá kommununum, at útreiðslurnar vaksa og bendir tað á manglandi fíggjarpolitiska stýring, metir ráðið.


- Kommunurnar hava í miðal havt størri útreiðsluvøkstur enn landið. At eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, er tískil ikki einasta orsøk til stóra útreiðsluvøksturin. Hesin kommunali útreiðsluvøksturin bendir sostatt á tvørrandi fíggjarpolitiska stýring, serliga í kommunala geiranum, skrivar Búskaparráðið.


Búskaparráðið hevur fleiri ferðir áður mælt til, at útseta nakrar av stóru almennu íløgunum, men enn einaferð má ráðið sanna, at tað verður ikki lurtað.


- Týðuligur vøkstur sæst í íløguútreiðslunum undir almennum ræði árini 2016 til 2018. Hesin stavar bæði frá landi, kommunum og fyritøkum, ið tað almenna ræður yvir, skrivar ráðið og heldur fram.


- Íløgurnar hjá fyritøkum undir almennum ræði eru vaksnar nógv síðani 2015.


- Eins og við almennu nýtsluni sæst, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði tá tað snýr seg um land, kommunur og fyritøkur undir almennum ræði.


Í frágreiðngini vísir Búskaparráðið eisini á, at ongin innan tað almenna hevur gjørt nakað sum helst fyri at sleppa undan upphitingina innan byggivinnuni.


- Hvørki kommunurnar sínámillum, ella land og kommunur sínámillum, ella landið einsæris, hava gjørt nakað munagott fyri at sleppa undan yvirupphitingini í byggivinnuni. Kortini er hetta bert ein spurningur um raðfesting av almennum útreiðslum yvir tíð. Nakrar hálvalmennar íløgur hava tó verið útsettar og nakrar privatar íløgur hava verið burturtrongdar, tvs. útsettar til meira av íløgu møguliga seinni kann fáast fyri sama pening, skrivar ráðið og leggur afturat.


- Frásæð skuldarloft, hevur landið ongan møguleika at ávirka avgerðir kommunana í byggimálum, og heldur ongan møguleika at áseta karmar fyri íløgu- ella rakstrarútreiðslur kommunanna. Hetta, saman við lítlum kommunustødddum, ger føroysku kommunuskipanina óhepna.