Útjavning
Eftir framløguna hjá formanninum í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, um kommunala útjavnan, varð skipað fyri pallborðsorðaskifti. Ein av luttakarunum við pallborðið var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Kommunusamskipan Føroya.
Tað vóru serliga hansara meiningar um hesi viðurskifti, sum elvdu til orðaskifti.
- Her er einki nýtt undir sólini í mun til kommuálitið fyri 10 árum síðan, segði hann.
Borgarstjórin, sum eisini er formaður í Kommunusamskipan Føroya, segði, at KFS seinastu 10 árini hevur viðgjørt spurningin um kommunala útjavnan.
- Vit hava vitjað og tosað við kommunur og kommunufelagsskapir í Íslandi, Noregi og Danmark. Øll hava stór ivamál um útjavningarskipanir, tí hesar hava so nógvar negativar avleiðingar, eitt nú spekulatión, minni kommunalt sjálvræði – og at tann initiativríka kommunan verður sektað.
Borgarstjórin helt, at Búskaparráðið í síni frágreiðing skavar útyvir yvirflatuna, sum hann tók til. Hann helt, at her vantar ein djúpari analysa av fleiri strukturum, sum hava stóra ávirkan á inntøkur eins væl og á útreiðslur hjá kommununum.
- Ein slík analysa má gerast, um ein útjavningarskipan bara so nøkulunda skal gerast rímilig og rættvís, legði hann aftrat.
Hann vísti á, at stórar kommunur ikki av sær sjálvum tryggja eins livistøði.
- Kommunusamskipanin er ikki sannførd um, at ein útjavningarskipan fer at tryggja eins tænastu.
Heðin Mortensen helt, at frágreiðingin hjá Búskaparráðnum – faktiskt – váttar øll fyrivarnini, sum KSF hevur mótvegis eini slíkari skipan.
- Vit eru púra samd við ráðið um, at ógreiða uppgávu-og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er ein tann størsti trupulleikin. Einasta og besta loysn á hesum er, at eldraøki og skúlaøki verða løgd út til kommunurnar. Vit eru eisini samd um, at vit skulu hava munandi færri kommunur, áðrenn ein útjavning yvirhøvur kann koma uppá tal, segði hann.
Hann segði, at ein møgulig útjavningarskipan skal bert útjavna teir strukutrellu skeivleikarnar, og tað er ikki bert kommunurnar ella kommunubygnaðurin, ið eru atvold til hesar skeivleikar.
- Landið hevur eisini ábyrgd, eitt nú gjøgnum sína lóggávu, segði Heðin.
Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya vísti á, at frágreiðingin javnar bert skattainntøkurnar og aldurstreytaðan útreiðslutørv.
- Men hetta gevur als ikki eina rættvísa mynd av veruligu ójavnunum millum kommunur. Neyðugt er eisini at taka tann sosialt treytaða tørvin, eitt nú børn við serligum tørvi eins og landafrøðiliga tørvin, har høvuðsstaðarkommunan hevur útreiðslur vegna landið, við í útjavnanina.
Heðin Mortensen segði, at tað einasta nýggja í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum er javningarprosentið, sum er trífaldað í mun til kommunuálitið.
- Við einum javningarprosenti upp á 90 % verður øll sjálvdrift tikin frá kommununm. Effektin av hesum verður júst tann øvuta, sum javningin annars skuldi givið. Vit fáa í staðin ein munandi ineffektivari rakstur, spekulatión og fastlæstan kommunalpolitikk, segði Heðin Mortensen.