Staðfest verður m.a tann veruleiki, at heimliga fiskivinnan hevur havt vánaligan rakstur í fleiri ár. Feskfiskaveiðan eftir botnfiski hevur stórt sæð ikki givið avlop síðan 2002, og fiskatilvirking hevur, sæð undir einum, ikki givið avlop síðan 2001.Veiðitrýstið undir Føroyum seinastu 15 árini hevur verið alt ov høgt, og fiskivinnan verður ikki stýrd burðardygt.
Politiska skipanin má vakna
Tað hevur í alt ov nógv ár verið ein trekleiki og eitt afturhaldni í politisku skipanini til at taka hond um hesar trupulleikar. Avleiðingin er tann, at vit als ikki fáa tann búskaparvøkstur, ið okkara tilfeingi eigur at geva okkum. Næsta avleiðingin er, at vit í veruleikanum mugu velja, um vit framhaldandi skulu skerja almennu vælferðartænasturnar, ella vit taka okkum saman og fremja neyðugu broytingarnar, so okkara høvuðsvinna kemur at geva tað avkast og tann búskparavøkstur, ið hon kundi gjørt, um vit bera okkum rætt at.
Óheftan stovn at regulera fiskiveiðina undir Føroyum er eitt av tilmælunum
Javnaðarflokkurin hevur í fleiri ár mælt frá, at politiska skipanin rekur vinnu, tí hetta viðførir, at alt ov stórt trýst verður lagt á politisku skipanina, og møguleikin fyri at fiskidagar verða tillutaðir ymsu bólkunum útfrá øðrum atlitum, enn hvat tænir samfelagnum og vinnuni best. Vit eru tískil púra samd við hesum tilmæli.
Uppboð ella tilfeingisgjald
Sambært galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap skal nýggj skipan setast í verk í 2018. Vinnan førir alsamt fram, at henni tørvar tryggar karmar fleiri ár fram í tíðina fyri at kunna virka optimalt. Tí er tað ein gyltur møguleiki, longu nú, at royna aðrar skipannir, so politiska skipanin hevur nakrar ítøkiligar royndir at laga nýggju skipanina eftir. Javnaðarflokkurin metir, at ein gyltur møguleiki er at royna eitt slag av tilfeingisgjaldi við, í hvussu so er einum parti av makrelkvotuni, ið nú ferð at verða útlutað. Tað kann ikki verða rætt, hvørki fyri vinnu ella samfelag, at ein politikari kann býta hesi rættindi út.
Búskaparliga avbjóðingin
Løgtingið hevur samtykt, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í 2015. Dentur varð lagdur á, at hetta skuldi fremjast uttan at knúsa vælferðartænasturnar, tvørturímóti. Leiðin, ið tingið vísti á, var at gera nakað við bygnaðarliga hallið og at skapa fortreytir fyri búskaparvøkstri. Sambært fleiri og nú eisini Búskaparráðnum er fortreytin fyri búskparvøkstri, at tillagingar verða gjørdar í okkara fiskivinnu. Valið er sostatt einfalt. Lata vit standa til í vinnuni mugu vit niðurbroyta vælferðartænasturnar, ella vit gera neyðugu tillagingarnar, so vit kunnu varðveita vælferðina. Javnaðarflokkurin vil varðveita vælferðina, og tískil vil flokkurin verða við til, at fremja neyðugar tillagingar av okkara vinnu til frama fyri, bæði vinnuna sjálva og tað fólk, ið her býr.