Fiskiveiðurættindini og hvussu tey verða deild út er eitt stórt mál í føroyskum búskaparpolitikki, men formaðurin í Búskaparráðnum ber seg undan at viðmerkja málið, sum hevur fingið bylgjurnar at ganga høgt í seinastuni.
Sverri Hansen sigur, at Búskaparráðið arbeiðir við einum uppskoti til, hvussu eitt gjald reint tekniskt kundi verið lagt á tilfeingið. Hetta arbeiðið er væntandi liðugt í maj 2014 og fyrr enn tá vil formaðurin í Búskaparráðnum ikki viðmerkja veiðurættindi og politikkinum á økinum. Sverri Hansen heldur tó, at Búskaparráðið hevur viðgjørt spurningin so ofta, at politikarar áttu at haft okkurt at arbeiða við.
- Vit hava sóknast eftir, at politikarar finna eina praktiska loysn sigur Sverri Hansen. Hann vil ikki siga, hvat teirra uppskot leggur upp til, fyrr enn arbeiði er liðugt, men sigur, at Búskaparráðið væntar, at broytingar verða á fiskivinnuøkinum.










