Búskaparráðið loksins sett

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í dag valt nýtt búskaparráð. Búskaparráðið hevur annars verið í formannsloysi í drúgva tíð Meðan fíggjarkreppa hevur herjað kring heimin og í Føroyum, hevur einasti óhefti ráðgevandi myndugleiki hjá Fíggjarmálaráðnum, Búskaparráðið, verið uttan formann. Hetta eftir at Jørn Astrup Hansen tann 8. Desember 2008 gavst sum formaður í Búskaparráðnum vegnar truplar arbeiðsumstøður.

Jørn Astrup Hansen segði tá soleiðis við Rás2:

- Ongastaðni er so neyðugt við einum búskaparráði sum í Føroyum. Her er brúk fyri einari rødd, sum rópar í oyðimørkini, tí vit vita, hvussu skjótt øll kunnu taka feil samstundis.

Jørn Astrup Hansen helt tá, at Búskaparráðið als ikki hevur umstøður at arbeiða undir. Antin mugu fleiri pengar latast Búskaparráðnum, so tað kann gera sítt arbeiði til lítar hann, ella skal tað takast av.

Síðan tá hevur Búskaparráðið verið meir ella minni óvirkið. Men í dag, góðar sjey mánaðir eftir at formaðurin legði frá sær, hevur landsstýrismaðurin valt eitt nýtt búskaparráð.

Tey valdu eru Durita Tausen, cand. scient. oeceon., Gunn Danielsen, cand. polit. Og Thomas Dam, MSc Financial Management and International Trade. Búskaparráðið skipar seg sjálvt við formanni.

Áðrenn vóru sjey limir í Búskaparráðnum, men Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, legði í mars mánaði uppskot fyri Tingið, sum Tingið samtykti, um at minka ráðið úr sjey niður í tríggjar limir, samstundis sum kravt var at limirnir hava kandidatútbúgving í búskaparfrøði.

Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum

og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu

gongdina. Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða

almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Búskaparráðið kann harumframt gera

temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum.

Valskeiðið hjá Búskaparráðnum er 4 ár frá 1. januar 2009 at rokna. Av tí at lógin um

Búskaparráðið ikki var lýst fyrr enn 11. mai 2009, verður valskeiðið hjá hesum fyrsta

Búskaparráðnum, eftir nýggju, lógini nakað styttri, frá 1. juli 2009. Víst verður annars

til løgtingslóg nr. 50 frá 11. mai 2009 um Búskaparráð.