Búskaparráðið: Inntriv neyðug nú

- Í seinasta lagi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2011 mugu fíggjarpolitisk inntriv fremjast í Føroyum. Tamarhald má fáast á almenna hallinum og vaksandi skuldini, sigur Búskaparráðið í frágreiðing

Í gjár legði Búskaparráðið fram ársins fyrstu frágreiðing. Ráðið sigur, at búskaparlig inntriv mugu gerast nú, at at inntrivini skulu bøta um javnvágina millum inntøkur og útreiðslur og tryggja búskaparvøkstur, sum frá líður. Búskaparráðið hevur eina røð av uppskotum til fíggjarpolitisk inntriv í nýggjastu frágreiðing síni Búskaparráðið hevur í dag almannakunngjørt búskaparfrágreiðing sína.
- Bindandi inntriv, ið røkka nøkur ár fram, eru bráðneyðug. Tað er nú, at inntrivini skulu leggjast til rættis, so tey kunnu setast í verk 1. januar í 2011. Umráðandi er, at fáa tamarhald á stóra hallinum og skuldini. Uttan inntriv nú, verður tungt at koma aftur á beint seinni, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Hann sigur, at Rásarúm er í búskapinum, so inntriv kunnu gerast, samstundis sum grundleggjandi vælferðartænastur verða varðveittar og sloppið verður undan at hækka inntøkuskattin.
Høvuðstættir í nýggju búskaparfrágreiðingini:
Almenna hallið og vaksandi skuldin eru størstu búskaparligu avbjóðingar í dag
Neyðugt er við inntrivum á fíggjarlógini fyri 2011, ið gera munandi ábøtur á javnvágina millum inntøkur og útreiðslur
Neyðugu inntrivini eiga at hava hesi endamál:
- Fáa tamarhald á hallinum og vaksandi almennu skuldini
- Tryggja búskaparvøkstur
- Fáa fleiri skattakeldur
- Varðveita grundleggjandi vælferðartænastur
- Sleppa undan at hækka lønarskatt

Verandi rásarúm í búskapinum kann framhaldandi stimbra innlendis eftirspurningin
og varðveita grundleggjandi vælferðartænastur
Tekin eru um búskaparvøkstur, tí nýtsla og inntøkur í fiskivinnuni helst vaksa
komandi árini
Búskaparráðið hevur m.a. hesi uppskot til fíggjarpolitikkin fyri 2011:
Útreiðslukarmurin í mesta lagi vaksa 2% um árið komandi fýra árini
Tilfeingisgjald leggjast á tilfeingisvinnurnar
Sjómannafrádráttur og inntøkutrygd takast av
Hækka pensjónsaldurin
Undantøk frá oljuavgjaldi strikast
Ognarskattur setast í verk
Vegskattur leggjast um