Almennu íløgurnar eru ov høgar
Búskaparráðið ávarar aftur í ár móti førda politikkinum. Almennu íløgurnar eru ov høgar og eru konjunkturviðgangandi, sum kunnu føra til størri sveiggj í búskapinum.
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum ásannar, at talgrundarlagið undir nýggju búskaparfrágreiðingini ikki er meiri enn næst best. Nýggjasti tjóðarroknskapurin er frá 2013, meðan tølini fyri 2014 og 2015 eru framrokningar. Tað merkir, at metingarnar fyri 2016, 2017 og frameftir í stóran mun eru bygdar á framrokningar og kann tað skeikla myndina nakað. Sverri Hansen vónar, at Hagstovan framyvir fær orku til at dagføra tjóðarroknskapin skjótari, sum fer at gera umstøðurnar hjá Búskaparráðnum betri.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Árni Gregersen hevði við Sverra Hansen á Rás 2 í gjár.