Fleiri politiskar ætlanir fyriliggja í skjalinum, men sagt verður, øll átøkini eru bundin at fíggjar- og búskaparstøðuni.
Komandi fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, segði við Rás2 í gjár, at hann ætlaði at føra ein varnan búskaparpolitikk.
- Øll vita, at ein króna kann ikki brúkast tvær ferðir, og um pengar ikki eru, verða átøk ikki sett í verk, segði hann.
Samgongan bindur seg í samgonguskjalinum til at reka ein ábyrgdarfullan fíggjar- og búskaparpolitikk og fremja neyðugar bygnaðarbroytingar, har lagt verður upp fyri sveiggjum í búskapinum og neyvt tamarhald er á øllum útreiðslum.
Millum ítøkiligu átøkini, sum verða nevnd í skjalinum er ein endurskoðan av játtanarskipan landsins, har langtíðarfíggjarætlanir verða gjørdar fyri allan rakstur og løgur.
Búskaparráðið og onnur hava í fleiri ár víst á, at hagtalsgrundarlag undir føroyska búskaparpolitikkinum manglar, og at politikarar tí, sum stjórin í Suðuroyar Sparikassa segði í tíðargrein í Sosialinum herfyri, stýra í blindum.
Hetta ætlar nýggja samgongan at gera nakað við. Hagtalsgrundarlag skal fáast til vega, og tjóðarroknskapurin skal dagførðast sambært OECD-leisti.
Altjóða stovnar skulu eisini gera regluligar dygdarmetingar av føroyska búskapinum, og funktiónirnar fyri fíggjarstýring og tænastur hjá tí almenna skulu samskipast.
Bindandi árligar avtalur ímillum land og kommunur um íløgu- og rakstrarkarm og
felags fíggjarstýring og roknskaparreglur fyri land og kommunu eru eisini nevnd í í skjalinum.










