Búskaparligt vit og skil

Lasse Klein



Bestu heilarnir finnast í høvuðsstaðnum, og tí tykist útvaldi skarin at koma haðani sum nú skal manna nýggja Búskaparráðið. ? Ikki eiti á boðskapi, trúði ikki at tað stóð so illa til aðrastaðni í landinum.
Fjølmiðlarnir vistu í vikuni at siga frá at Búskaparráðið nú var manna, og at ráðið hevði fingið tríggjar nývaldar limir.
Felags fyri ráðið er nú hetta, at ráðslimirnir hava fastan bústað í Tórshavn, Hoyvík og Argjum, uttan tann eini sum hevur fastan bústað í Streymnesi, og møguleikin fyri at talan er um politiska setan er eisini til staðar.
Landsstýrismaðurin sum valt hevur ? hevur syrgt fyri at høvuðsstøðin í nervalagnum; yrkisgøgnini í skallanum íð stýrir viti, skili, minni og vilja hjá ráðslimunum eru teir frægastu sum yvirhøvur finnast í Føroyum, og at teir bert finnast í einum ávísum øki í landinum, og at møguleikarnir at finna fólk til ráðið aðrastaðni í landinum als ikki eru til staðar.
Ikki eiti á niðurstøðu.
Trúði ikki at tað stóð so illa til.